Uppgávan er næstan greidd

Um vit áður hava verið so nær við gull at vit kundu smakka tað, so hava vit nærum svølgt tað nú!

Úrslitini í oddinum í 2. deild háttaðu seg so væl fyri okkara viðkomandi at man næstan freistast at fyrireika gullveitsluna longu nú. Skála á 2. plássi og EB/Streymur á 3. plássi taptu bæði hettar umfarið, meðan okkara menn greiddu uppgávuna og vunnu trygt á AB.

Bakary Bojang byrjaði nokkso tíðliga í dystinum við einum langskotið til 1-0, men AB svaraði aftur løtu seinni og javnaðu til 1-1. Mads Hentze lat hettar ikki standa ósvarað leingi og økti aftur til 2-1. Bakary skoraði fyri aðru ferð til 3-1, men sum so ofta fyrr, so skal eitt sindur av spenningi verða til staðar, áðrenn vit avgera dystin. AB minkaði um munin til 3-2 og eina løtu varð spælið serliga rótut og menninir blivu nakað heitir til tíðir. Vandi var fleiri ferðir fyri at onkur fór at blíva útvístur og tað kundi líka so væl verið AB, sum B71, tí spælið var hart og ikki altíð so pent.

Men sintu menninir sissaðust tíbetur aftur og Jóhan Hendrik Lydersen kundi eisini avgera dystin tá ein bóltur dettur niður í feltinum hjá AB og hann loypir eftir honum og morlar hann í kassan til 4-2. Soleiðis skal tað vera. Ongin orsøk at ivast.

Endaliga úrslitið gjørdist 4-2 og tað ber við sær at vit eru 7 stig frammanfyri nærmastu kappingarneytan Skála.

Nù skal eitt størri undur til hjá Skála ella EB/Streym um hesi liðini skulu fanga okkum aftur, men hóast tað er ósannlíkt, so er tað ongin orsøk ikki at gera arbeiðið liðugt. Fyrsta treyt er at vinna okkara einasta resterandi útidyst ímóti Víkingi. Hesir hava ikki verið nemmir at koppa og tað fer uppá ongan máta at vera ein avgreiðsluspurningur, tað er sikkurt og vist.

Vinna vit næstu ferð og hini liðini tapa, so er sloppið, men í byrjanum av árinum settu vit okkum fyri at deildin skuldi vinnast og at B71 skuldi vísa seg frá síni bestu síðu í ár og ein forkølaður endi við lakum úrslitum er ikki tað vit eru úti eftir, nú kappingarárið annars hevur verið undirhaldandi fyri okkara viðkomandi.

Drívið tí á B71 og latum okkum gera uppgávuna lidna!

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.