Ongi stig hesuferð

Stríðsviljin var øgiligur og tað tók B36 langa tíð at bróta niður, men tvey rættuliga lík mál avgjørdu dystin.

Tvey innlegg úr vinstru síðu, aftureftir í feltið avgjørdu dystin í gjár, tá U14 dreingirnir royndu at endurskapa fortreytirnar fyri góða úrslitinum seinast.

Dysturin sjálvur svingaði eitt sindur aftur og fram, men okkara dreingir megnaðu ikki heilt at skapa so nógv frameftir, hóast teir royndu alt teir áttu.

At enda fingu B36 dreingirnir tó hol á og tá okkara ikki megnaðu at svara aftur, so tóku B36 leikarirnir av fyri aðru ferð. Tvey mál eftir innlegg, har bólturin verður leysur í feltinum og høgdur inn. Óheppið.

Havnadreingirnir fingu eisini eitt triðja mál, men tað bleiv kolldómt. Sostatt endaði dysturin 0-2 til útiliðið.

Næsti dystur er í Suðuroy ímóti samanlagda Suðuroyarliðnum. Fyrri dysturin endaði við sigri til okkara dreingir, so spennandi verður at síggja hvussu úrtøkan verður í hesum "returdystinum".

Drívið á B71!

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.