Status quo í seinasta dystinum

Dysturin í gjár var síðsti dysturin hjá besta mansliðnum áðrenn steðgin.

Eftir at hava jarðlagt mótstøðulið eftir mótstøðulið í næstan alt ár, so kom hóast alt stígur í her ímóti endanum.

Tað sá út til at B71 fór í summarsteðg við einum dreymascenario, har vit lógu nógv stig fremst og kundu taka tað róligt í summarsteðginum. Nú eru vit hóast alt enn nummar eitt, so tað er sjálvandi ótrúliga gott, men frástøðan millum okkum og EB/Streym og Skála er ikki meir enn ávíkavíst 2 og 4 stig.

Hettar merkir at vit mugu halda tunguna mitt í munninum til teir síðstu 6 dystirnar eftir steðgin. Tíðin er komin at vísa disiplin og ein vilja at greiða uppgávuna til fulnar.

Tað byrjaði betri fyri okkara menn í gjár. Vit vóru væl við í dystinum og skaptu tað mesta í fyrra hálvleiki. Málið fingu vit eisini eftir ein hálvan tíma, tá Tummas Pauli Olsen fær tamarhald á bóltinum inni í sekstanmetrinum og dansar eina løtu rundanum teir nógvu mótstøðuleikararnar, ið tveittu seg fyri meðan hann legði an til skot. Men til fánýtis, Tummas Pauli dregur eitt sindur til síðuna og skýtir beint í málið. 1-0 til heimaliðið.

Annar hálvleikur var rótutur og nervøsur fyri okkara viðkomandi. Nógvir bóltar sendir frameftir uttan vón og vit og avleveringarnar sótu alt ov illani. Vóru vit kaldari og meira klárir hendan dagin, so høvdu vit vunnið, men ístaðin so klárar EB/Streymur at skjóta útjavnandi málið tá eitt gott kvarter er eftir av vanligari leiktíð.

Har er ikki so ótrúliga nógv at siga um dystin. Í hesi deildini hava vit sum einasta "besta liðið" so nógva ferðirnar meira at missa enn øll hini liðini og tískil er trýstið á leikararnar so ræðuliga nógv minni. Ofta elvir hettar til at okkara spæla ov nervøst og skilligt er tað. Men eftir stendir tó tann sannroyndin at vit eru besta liðið í hesi deildini, bæði so og so. Stigatalvan lýgir ikki og vit eru nummar eitt her í steðginum. Tí skulu vit verða stolt av og bera hettar í huga tá vit fara í gongd við aðru helvt av kappingini.

Vit skulu ikki taka nakað fyri givið, men vit skulu vita hvørjir vit eru og hvat vit duga.

Seinna helvt bjóðar uppá 5 heimadystir og 1 útidyst, so ongin orsøk at halda at áskoðarastuðulin ikki verður dyggur, tí tað verður hann. Tað vita vit.

Drívið á B71!

B71 Veitslan 2017

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.