Ein veruligur thrillari

B71 hevur flogið forbí flestøll lið í deildini í ár, men klaksvíksingar eru ikki so at syfta.

Sigast má at vit hava verið flúgvandi síðan vit síðstu ferð møttu KÍ, ta ferðina á heimavølli inni í Dal. Tann dysturin endaði sum kunnugt við stórsigri til klaksvíksingar, so málið í dag var at hevna hendan óætlaða ósigurin.

Men, eins og seinast, bleiv tað ikki sum prestur prædikaði. Seinastu ferð undirmettu vit nokk KÍ liðið ov nógv og hóast vit ikki gjørdu sama feil hesuferð, so má sigast at klaksvíksingar hava takið á okkum í ár.

Tað byrjaði annars væl. Nýtilkomni styrkurin Bakary Bojang opnar ballið, tá hann, eftir ein eftir verjufeil, sleppur leysur móti málinum og langar til fyrstu ferð. 1-0 til B71.

Næstu løtuna missa vit tó meira og meira góðu taktirnar, sum vit annars byrjaðu dystin við. KÍ trýstir meira og kemur tættari at málinum hjá okkum og tað endar við at vit lata tvey mál inn uppá fýra minuttir, stutt áðrenn hálvleik. Bæði málini eru sera klossut og full av verjuvillum.

Av tí sama so var lagið ringt tá farið var til hálvleiks og tískil komu B71 liðið kom eisini út við meira stríðsvilja og eitt sindur betri spælið, tó at tað enn var eitt sindur nervøst og rótut til tíðir.

Hóast alt, so fær Tummas Pauli, ið hevur verið flúgvandi í ár potað bóltin í netið og javnað eftir trunkaspæl í sekstanmetrinum. 2-2 og vit eru við aftur eina løtu.

10 minuttir seinni, so metir dómarin at okkurt óregluligt hevur gingið fyri seg í 16 metrinum hjá B71 og so er straffi dømt til KÍ. Straffisparkstakarin sendir Terja í málinum skeivan veg og so er KÍ aftur frammanfyri.

B71 megnar tó at javna 10 minuttir fyri leiklok og tað má sigast at útjavnandi málið var ein sonn perla av álopsspælið. Eftir sera gott uppbyggjandi spæl verður bólturin sendur út til Bakary í vinstra borðið, ið tekur eitt trekk framum linjuna og avleverar bóltin lágt í ein bleytan boga millum verju og málmann, prikkabeint har Tummas Pauli kemur spurtandi og fær togt seg tilpass nokk til at senda bóltin í netið. Ógvuliga væl spælt mál.

5 minuttir seinni høvdu vit eisini møguleikan at leggja lok á hendan spruttkókandi dystin. Ein KÍ'ari rakar ikki rætt í einari takling og tekur beinini undan Tummas Paula í sekstanmetrinum, straffi verður dømt og Bakary verður settur at skjóta. Rok verður tó eina løtu, har eini KÍ leikarin verður illur og skeldar dómaran tilpass nógv til at fáa sær eitt reytt kort.

Tað tekur rúma tíð ímillum at straffi var dømt, til leikarin er farin av vøllinum og tað er kanska hendan bíðitíðin, ið elvir til at Bakary ikki er nóg konsentreraður tá hann at enda tekur straffi. Hann skýtir til vinstru, men ov langt og høgt og at enda við síðunar av.

B71 trýsta øgiligt hesa seinastu løtuna fyri at fáa sigursmálið og eru eisini so tætt við sum man yvirhøvur fær komið. Bjørgfinur Winther skýtir eitt skot á yvirleggjaran og Mads Hentze sleppur púra leysur, men klárar bert akkurát at pota bóltin forbí málmannin og ólukkutíð fer tað beint við síðunar av.

 

Tætt í toppinum

Sum sagt í einari dystarfrásøgn fyri stuttari tíð síðani, so er kappingin í 2. deild so mikið stutt at vit hava aldrin ráð at missa stig. 18 dystir er ikki nógv at uppbyggja sær eina leiðslu uppá og tískil verður tað beinanvegin vandamikið tá stig verða sett til.

Enn liggja vit tvey stig frammanfyri EB/Streym og Skála á 2. og 3. plássið, men alt kann broytast, um vit ikki taka og vinna komandi heimadyst ímóti nettupp EB/Streymi.

Vit hava møguleikan at fara í kappingarsteðg við ró í sinni og einari leiðslu, sum gevur arbeiðsfrið, men gera vit ikki arbeiðið til lítar ímóti EB/Streymi og Skála tekur av í teirra dysti ímóti 07 Vesturi komandi leygardag, ja so eru trý tey ovastu plássini víðopin aftur.

Eitt er sikkurt. Komandi leygardag mugu vit øll inn í Dal at rópa á okkara lið, tí oddastríðið er í hondum og vónandi okkara hondum tá avtornar!

Drívið á B71!

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.