Fremst við 8 umførum eftir

Tað gekk ikki meir enn akkurát hesuferð, hóast vit at enda vunnu 2-0 á heimavølli ímóti liðnum úr Runavík.

Í seinastuni hevur besta mansliðið hjá B71 vunnið stórsigur aftaná stórsigur og allarflestu dystirnir hava verið spældir á útivølli. Heima tykist tað viðhvørt at verða meira torførari at fáa málini til høldar, av einari ella aðrari orsøk.

Dysturin í gjár var onki undantak í so máta. Sagt verður frá at har vóru minst trý skot á diversu málstengur hjá NSÍ málmanninum, áðrenn fyrsta málið kom. Men fyrsta málið kom so eitt kvarter inn í 2. hálvleik tá Markus Clementsen sendir eitt innlegg inn fyri til Jóhan Hendrik Lydersen, ið hegnisliga setir bóltin í netið við høvdinum.

Hereftir var ein heldur deyð perioda, nógv trunkaspæl og at kalla ringt spæl til tíðir. Nervarnir sótu eitt sindur uttan á og tað kom kanska til sjóndar tá vit ímóti dystarenda spæla okkum av við leikandi venjaran Símin Hansen, ið fær tað seinna gula kortið og má út. Tað vóru nógvar meiningar um tað seinna gula kortið ikki var betur ógjørt, men í síðsta enda, so nyttar tað onki at trætast ímóti dómara avgerðini.

Vit skuldu djúpt inn í yvirtíðina fyri at fáa eitt forloysandi mál til 2-0. NSÍ fær eitt horna og senda alllar leikarar fram at skora eitt útjavnandi mál. Vit fáa tó rudda burtur og bólturin endar hjá nýinkomna Róa Klementsen, ið verður skumpaður í ryggin og dettur. Rói skundar sær at taka frísparkið, tí nú var møguleiki fyri kontra. Jóhan Hendrik Lydersen verður at enda spældur púra leysur ímóti einum tómum málið og kann ótørnaður seta bóltin í netið til endaliga úrslitið 2-0.

 

2 dystir eftir í fyrru hálvu

Um tvær vikur so fer fótbólturin í 2. deild í summarfrí. Tá hava vit spælt 12 umfør og tað merkir at tað bert eru 6 umfør eftir í seinnu hálvu. Vit eru enntá í tí hepnu støðu at í seinnu hálvu verða tað næstan útilokandi heimadystir á skránni. Burtursæð frá einum útidysti ímóti Víkingi í 16. umfari, so verður allir hinir dystirnir spældir inni í Dal.

Men vit eru sum sagt ikki komnir so langt enn. Enn resta tveir ógvuliga torførir dystir. Fyrst úti ímóti KÍ, ið er einasta liðið, ið hevur megna at vunnið okkum í ár og so at enda ein heimadystur ímóti EB/Streymi, ið liggur fýra stig aftanfyri okkum á øðrum plássi. Fáa vit nóg góð úrslit í hesum báðum írestandi dystunum, so er lítið sum ikki talar fyri at vit til næsta ár spæla aftur í 1. deild.

Tað sær gott út, men latum okkum endiliga minnast til at taka uppgávuna í fullum álvara. Kappingin er stutt og tí kunnu mist stig merkjast væl aftur. Týdningarmest er at fara inn til írestandi dystirnar við tí fyri eyga at fáa tey trý stigini og alt annað má so verða bonus.

Drívið á B71!

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.