7 sigrar á rað

Tað sær ósvikaliga trygt út hjá besta mansliðnum í løtuni, nú bert 3 dystir eru eftir til steðgin.

Tvey mál í part til Símin Hansen og Mads Hentze, umframt eitt til unga Róa Klementsen av Sandi, var meira enn nóg mikið til at taka 3 stig við aftur í Sandoynna, hesuferð fyri 7 ferð á rað. Ein sigursrøð, ið vit skulu langt aftur í søgubøkurnar hjá B71 at finna.

Sigurin leygardagin ber við sær at B71 framvegis er á odda í 2. deild, umframt at tað nú eru 4 stig niður til nærmasta kappingarneyta. Ein hampuliga trygg leiðsla í einari deild har "bert" 18 dystir verða leiktir.

Hóast tað gongur sum eftir ánni í løtuni, so mugu vit eisini minnast til at stinga fingurin í jørðina og viðurkenna at skulu vit halda góða gongdina koyrandi, so krevst at vit minnast til at verða eyðmýkir, eisini tá vit halda uppgávuna verða væl yvirkomiliga. Taka vit ikki hvønn dyst í nóg stórum álvara, so er vandi fyri at vit verða yvirraskaðir og so kunnu vit lættliga missa stig.

Men vit skulu vera glað tá tað gongur væl og í løtuni gongur tað yvir allar forvæntningar, sum maðurin segði. Latum okkum minnast til at njóta tær góðu løturnar og vóna at tær halda á fram komandi tríggjar vikurnar.

Drívið á B71!

Kunning

Maratonfótbólturin 2018
Árliga fótbóltstiltakið verður:
Mikukvøld 09. mei - Hóskvøld 10. mei (Kristi Himmalsferðardag)

Aðalfundurin hjá B71
06. mars kl. 19.00 í kantinuni í Ítróttarhøllini

Høvuðsstuðul

Stuðlar