6 sigur á rað!

Ógvuliga væl leikandi B71 í góðveðrinum á Skála leygardagin. Nú hava vit ikki mist nakað stig síðan 2. umfar.

Tað skuldi vísa seg at verða enn ein góður dagur fyri B71 á útivølli. Higartil í ár hava vit næstan bara spælt á útivølli, men tað sær ikki út til at gera stórvegis nógvan mun. Vit vinna dyst aftaná dyst í løtuni.

Málskorararnir Tummas Pauli Olsen, Símin Hansen og Mads Hentze hava skorað upp í spannir av málum fyri B71 í ár og tað var eisini Tummas Pauli, ið byrjaði við at leggja B71 á odda 0-1. Símin Hansen økti beint áðrenn hálvleik uppá straffi og eini 10 minuttir seinni økti Mads Hentze til 0-3 við einum skallara í niðara vinstra málhorn.

Minusið við dystinum í dag skuldi so koma í 60. minutti tá Gunnar Lydersen fellir ein Skála spælara, ið dómarin metir hevur ein opnan møguleika at skora. Reytt kort og tískil má liðskiparin sita næsta heimadyst ímóti Suðuroyarliðnum yvir.

Burtursæð frá einari óhepnari útvísing, so var dysturin leygardagin væl spældur og væl avgreiddur. Tað sá ongantíð ordiliga út til at B71 fór at missa nakað stig, hóast Skála var størsti kappingarneytin í deildini við tí at teir lógu á 2. plássinum. Halda vit á fram á hendan hátt, so liggja vit væl fyri tá juni mánaði er av og summarferian er í hondum.

Drívið á B71!

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.