Einsamallir á odda

Sigurin hjá besta mansliðnum í gjár og ósigurin hjá Skála, skumpar 2. deildar liðið upp á ovastu rók!

Tað var heilt nógvur aktivitetur inni í Dal í gjár í samband við heimadystirnir hjá B71 leygardagin 20. mei.

Felagið skipaði fyri einum nýggjum átakið, ið vit kalla fyri "Leygardagsbóltur", ið hevur til endamáls at økja um áhugan og ikki minst áskoðaratalið inni í Dal á dystardøgum.

Seinastu árini hava áskoðararnir bara fækkast og tað er sera spell, tí ongin ivi er um at fólkið í oynni eru enn glóðheitir B71 fjepparar. Tíðin er kanska farin frá "bara" at fara inn og hyggja at einum dysti og tað mugu vit sum felag eisini ásannað. Tí var nógv orka lagt í at bjóða teimum, ið løgdu leiðini inn í Dalin í gjár, eitt rimmar tilboð við heitum pottum, grilling, hoppiborg, fifa-spælið, klædnakeypið, hugna o.m.a.

Tað skal sigast at átakið tóktist rigga til fulnar. Ein rúgva av fólkið var við vøllin í allan gjár og tað allarmesta riggaði sera væl. Stóra takk tit øll sum vitjaðu og sjálvandi eisini tøkk til tey sum hjálptu!

Um tað var dyggi stuðulin frá áskoðarafjøldini sum at enda bar B71 á mál, ella ikki, tað veit man ikki, men tað gjørdi tað heilt víst nógv hugaligari at spæla. Og úrslitið talar fyri seg; ein trivaligur 3-0 sigur í einum dysti, har Víkingarnir annars gott kundu havt fingið meira burturúr.

Tá farið var til hálvleiks var onki mál komið og tað leikaði javnt á. Tað tóktist vera sera trupult at bróta verjuna hjá felagsliðnum fyri norðan niður, men at enda kann toppskorarin og venjarin hjá besta liðnum, Sìmin Hansen leggja okkum at odda og so loystist alt eitt sindur meira upp. Løtu seinni er maðurin aftur á blettinum og so er 2-0. Triðja málið og seinasti naglin í kistuni, kom eftir einum sindri av trunkaspælið og har var Bjørgfinnur Winther klárur og smekkaði bóltin í kassan.

3-0 gjørdist endaliga úrslitið og her við hava vit lagt okkum einsamallar í oddin í 2. deild, trý stig niður til Skála og KÍ á 2. og 3. plássinum.

Komandi leygardag verður annars topp uppgerð á Skála, tá okkara menn skulu norð til ivaleyst torførastu uppgávuna í ár. Ein sigur her kundi sett okkum reiðiliga framum restina, so latum okkum vóna tað besta og arbeiða knallhart ímóti at tað skal blíva veruleiki!

Drívið á B71!

Komandi

Leygardagin, 19. august kl. 10:00
U12 Gentur: Kapping á Argjum
Leygardagin, 19. august kl. 10:45
U12 Dreingir: Kapping á Sandi
Leygardagin, 19. august kl. 11:30
U14 Dreingir: 07 Vestur-B71
Leygardagin, 19. august kl. 13:00
U10 Dreingir: Kapping á Skála
Leygardagin, 19. august kl. 13:00
U14 Gentur: EB/Streymur-AB/B71
Leygardagin, 19. august kl. 14:45
2. deild menn: B71-B68
Leygardagin, 19. august kl. 15:00
U10 Gentur: Kapping í Fuglafirði
Leygardagin, 19. august kl. 18:00
U17 Gentur: Giza Hoyvík-AB/B71
Sunnudagin, 20. august kl. 15:00
2. deild kvinnur: AB/B71-ÍF/Víkingur
Fríggjadagin, 25. august kl. 00:00
U17 Gentur: AB/B71-B36
2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 12 16 27
2 EB/Streymur 12 9 25
3 Skála 12 12 23
4 NSÍ 12 0 18
5 12 -1 15
6 07 Vestur 11 3 14
7 Víkingur 11 -1 14
8 B68 12 -10 13
9 AB 12 -15 9
10 TB/FCS/Royn 10 -13 7
3. deild menn
Team
Played GD Points
1 B36 5 15 12
2 EB/Streymur 3 8 9
3 B71 6 3 9
4 B68 4 -3 6
5 NSÍ 3 -1 3
6 EB/Streymur (b) 4 -11 3
7 B36 (b) 3 -11 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur 7 -6 12
2 EBS/Skála 4 13 10
3 B68 7 -1 10
4 4 7 6
5 AB/B71 4 12 5
6 Giza Hoyvík 4 -25 0