Stórsigur enn einaferð

Tryggur sigur og 3 stig leggja besta mansliðið í oddastríðið í 2. deild.

Allir pílar peika uppeftir hjá 2. deildar mansliðnum. Fjórði sigurin á rað merkir at vit nú eru á einum deildum fyrsta plássið við Skála og møguliga NSÍ, alt eftir hvussu teirra dystur háttaðist í gjár.

Tað tykist eisini sum um álopstrioin Símin Hansen, Mads Hentze og Tummas Pauli Olsen skiftast um at skora. Hettar er annar dysturin á rað har málini verða leveraði av hesum trimum monnunum. Samstundis elva bæði málini hjá Símini til at hann leggur seg einasmalt á odda sum toppskorari í 2. deild.

Tað var eisini Símin Hansen, ið legði B71 á odda í 16. minutti og stutt áðrenn hálvleik økir Tummas Pauli Olsen so til 0-2. Símin leggur so tað triðja málið afturat eftir hálvleiksbríksl og so sær tað bara heilt gott út.

AB klára tó at hála tvey mál innaftur og 82. minutti er leiðslan ikki meir enn 2-3. Tó so, minuttin eftir økir Mads Hentze til 2-4 og til endaliga úrslitið 2-5 í 88. minutti.

 

Góðar taktir!

Tað gongur bara heilt væl hjá B71 á so at siga øllum frontum. Týdningarmikið er at vit øll hava tað gott og at fótbóltsáhugin er í hásætið, men tað skerst ikki burtur hvussu týdningarmikil hesi sigrarnir eru, serliga tá málsetningurin er at flyta upp. Enn er tætt í toppinum og tað skal ikki meir enn tann eini ella báðir tveir dysturin til, har vit ikki leggja alt fyri dagin at vinna, so kann tað blíva vandamikið aftur.

Hinvegin, um vit arbeiða gróthart og hála úrslitiini heim heilt til kappingarsteðgin 24.06, so er nógv sum talar fyri at vit fara at hava eina sera góða seinnu hálvu.

Fortreytin er at vit eru seriøsir og at alt fólkið er við okkum. Nógv áhugaverd ting henda í felagnum beint nú, so man skal sjálvandi smíðja meðni jarnið er heitt.

Drívið á B71!

Kunning

Maratonfótbólturin 2018
Árliga fótbóltstiltakið verður:
Mikukvøld 09. mei - Hóskvøld 10. mei (Kristi Himmalsferðardag)

Aðalfundurin hjá B71
06. mars kl. 19.00 í kantinuni í Ítróttarhøllini

Høvuðsstuðul

Stuðlar