Ein løk byrjan

1. umfar í nýggju 3. deildar kappingini er loksins farið av bakkastokki, men tað bleiv ongin gleðisrómur á hesum sinni.

Hóast hugurin var góður og stríðsviljin var til staðar, so var tað allan dystin á tamb eyðsýnt at 3. deildar liðið hjá B36 var ein klassa betri enn okkara. Í øllum førum hendan dagin.

Arbeiðssetningurin fyri dagin var at royna at spæla defensivt, men tað skuldi vísti seg skjótt at vit fóru at hava tað trupult hendan dagin, tá vit eru aftanfyri 2-0 tá farið var til hálvleiks og vit bert einkultar ferðir høvdu havt nakrar royndir hinumegin miðjuna.

Í øðrum hálvleiki fleyt spælið munandi frægari, men enn sást onki til at gongdin fór at venda. Endaliga úrsltiið gjørdist 4-0 til teir hvít/svørtu úr Havn og tað var eisini fult uppiborið.

Komandi leygardag spælir 3. deild sín næsta dyst, hesuferð á heimavølli. Hendan dagin skipar B71 fyri einum nýggjum "Leygardagsbólt" átakið og vit vóna at fáa so nógvar áskoðarar inni í Dal sum yvirhøvur gjørligt at stuðla og stuttleika sær. Hvør veit um hettar ikki fer at síggjast aftur í góðskuni á fótbóltsspælinum hjá øllum okkara íðkarum, tá teir kenna dyggan heimastuðul. Livst so spyrst. Eftir er bert at vísa á at hettar er fyrsta royndin hjá okkara annars ógvuliga seriøsa og hugagóða 3. deildar hópið. Tað verður uttan iva betur í komandi umførini!

Drívið á B71!

B71 Veitslan 2017

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.