Barna- og familjudagur í Samljóð

B71 verður til staðar á stóra stuðulstiltakinum í Skopun.

Dagurin, sum er til fyri at stuðla ungum rúsevnismisbrúkarum, verður hildin 10. juni frá kl. 11-19, umframt at hugni við mati og sangi verður á campingøkinum í Skopun aftaná kl. 19.

Á skránni er spæl við skótunum, bogtaskjóting, dart og so eisini bóltspæl, ið B71 skipar fyri.

Afturat fara tey børnini møguleika at hoppa í hoppiborg og spæla í sandkassa, hoppa band og lastikk, krita vegin og ganga á stúltum, og mangt annað forvitnisligt, ið tit kunnu lesa miera um á Facebook síðuni hjá stigtakaranum Kafe Muh Muh.

Eisini er hettar ein sjálvsagdur møguleiki hjá felagnum B71 at samstarva við øðrum sjálvbodnum og tað verður ikki minni upplagt, tá yvirskotið fer at stuðla einari verkætlan, ið Martin Kúrberg, kendur sum fyrrverandi ungdómsvenjarin hjá B71, stendur á odda fyri. Martin legði lív og sál í felagið tann tíð tað var og nú er so møguleikin hjá felagnum at samstarva við Sandoyarvinin enn einaferð.

Vit vóna at fólk taka væl undir við tiltakinum, tí tað gera vit sjálvandi.

Drívið á tit eldsálir!

B71 Veitslan 2017

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.