Triði sigurin á rað!

Nú sær nógv betur út og málsetningurin nærkast fyri hvønn spælda dyst.

Tað er ongin loyna at nervarnir vóru eitt sindur sjónligir tá kappingin hjá 2. deild byrjaði og vit høvdu bert tað eina stigið frá báðum teimum fyrstu dystunum. Men teir nervarnir eru tíbetur sissaðir eitt sindur nú. 5 dystir spældir, 3 vunnir, 1 javnur og 1 tap. Tað er bestemt til at liva við og við sigrinum í gjár, so hómast oddurin í 2. deild rættuligani. Í løtuni liggja vit á einum triðja plássi, tvey stig aftanfyri oddaliðið Skála.

Málsetningurin er enn sum fyrr og tað er at flyta upp. Við allari virðing fyri triðbestu deildini í mansfótbólti, so má besta mansliðið úr Sandoynni klára at flyta beinleiðis uppaftur úr deildini.

Hóast tað gongur væl í løtuni, so má man verða varugur við at kappingin er ikki eingong hálvrunnin enn og at vit hava ymsar smátrupulleikar við at loyva mótstøðuliðunum ov nógv innaftur í dystin. Hesin veikleikin var sjónligur í gjár, við tí at vit føra 0-2 í hálvleikinum, við málum frá Tummas Paula Olsen og Mads Hentze, og so í fyrsta og øðrum minutti av øðrum hálvleiki, so er knappliga javnleikur 2-2.

Síðan máttu okkara menn kempa allan vegin til síðstu 10 minuttirnar tá Símin Hansen og enn einaferð Mads Hentze kundu lukka dystin við málinum til 2-3 og 2-4.

Skulu vit hava nervarnar í behold tá kappingin er liðug, so hevði ein tryggari leiðsla verið ynskilig. Hinvegin, so vinna vit støðugt í løtuni og bæði lið og áskoðarar eru væl nøgdir við spælið sum heild, so man skal ansa sær at man ikki pilkar ov nógv við nakað sum riggar. Týdningarmikið er væl at man er varugur við at tað kann ganga galið og tá tað so gongur galið, at vit eru klárir at svara aftur við ordiligum stríðsvilja!

Komandi leygardag gongur leiðin út á Argir og tá er kravið, eins og fyrr, trý stig.

Drívið á B71!

Kunning

06. juli 2017
Eyka aðalfundur kl. 19 í kjallarahølunum hjá B71
Skrá:
1. Nevndarval

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 12 16 27
2 EB/Streymur 12 9 25
3 Skála 12 12 23
4 NSÍ 12 0 18
5 12 -1 15
6 07 Vestur 11 3 14
7 Víkingur 11 -1 14
8 B68 12 -10 13
9 AB 12 -15 9
10 TB/FCS/Royn 10 -13 7
3. deild menn
Team
Played GD Points
1 B36 4 14 9
2 EB/Streymur 3 8 9
3 B71 5 4 9
4 B68 4 -3 6
5 NSÍ 3 -1 3
6 EB/Streymur (b) 4 -11 3
7 B36 (b) 3 -11 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur 7 -6 12
2 EBS/Skála 4 13 10
3 B68 7 -1 10
4 4 7 6
5 AB/B71 4 12 5
6 Giza Hoyvík 4 -25 0