Loksins eydnaðist tað.

Fyrstu stigini í ár.
Nú er bara at koyra á!

U14 dreingirnir hava havt eina eitt sindur trupla byrjan uppá kappingarárið. Okkara dreingir hava tapt og viðhvørt tapt stórt, men í gjár vístu teir reiðiliga at teir hava ment seg nógv og væl síðstu tíðina.

Teir løgdu bragdliga fyri og skoraðu trý mál uppá 15 minuttir. Tað fyrsta kom longu í allarfyrsta minutti, tá Bogi Hentze verður feldur og straffi dømt. Bogi tekur sjálvur og so er 1-0. Løtu seinni, í 5. minutti, so var Bogi aftur á blettinum og økir til 2-0. Pætur Nolsøe økti síðan til 3-0 og alt sá út til at ganga sum eftir ánni.

Beint áðrenn hálvleik, so lovaðu vit tó Suðuroyarliðnum innaftur í dystin og teir kundu minka um munin til 3-1. Eini 15 minuttir inn í 2. hálvleik, so var aftur galið og nú var støðan 3-2.

Viðhvørt sá út til at okkara ungu menn fóru at missa sigurin á stokkinum, men teir ressaðust við og hildu munin allan vegin til dystarlok. 3-2 gjørdist endaliga úrslitið og sjálvsagt var gleðin stór.

Ein væl uppiborðin sigur. Týdningarmest er menningin og spæligleðin, men ein sigur er ikki at kimsa at hóast alt :)

Drívið á B71!

Kunning

06. juli 2017
Eyka aðalfundur kl. 19 í kjallarahølunum hjá B71
Skrá:
1. Nevndarval

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 12 16 27
2 EB/Streymur 12 9 25
3 Skála 12 12 23
4 NSÍ 12 0 18
5 12 -1 15
6 07 Vestur 11 3 14
7 Víkingur 11 -1 14
8 B68 12 -10 13
9 AB 12 -15 9
10 TB/FCS/Royn 10 -13 7
3. deild menn
Team
Played GD Points
1 B36 4 14 9
2 EB/Streymur 3 8 9
3 B71 5 4 9
4 B68 4 -3 6
5 NSÍ 3 -1 3
6 EB/Streymur (b) 4 -11 3
7 B36 (b) 3 -11 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur 7 -6 12
2 EBS/Skála 4 13 10
3 B68 7 -1 10
4 4 7 6
5 AB/B71 4 12 5
6 Giza Hoyvík 4 -25 0