Fingu oyrini í maskinuna

Úrslitið í gjár var onki at rópa hurrá fyri og skjótari tað er gloymt jú betur.

Hóast optimisman var í hásætið undan dystinum í dag, so skuldi dysturin vísa seg at verða ein sera ringt upplivilsi hjá okkara monnum.

Í Runavík fyri eini viku síðani kláraðu vit, hóast ein mann í undirtal, at hála eina stigið heim, so nú varð hildið at vit áttu at klára enn betur í heimadysti ímóti KÍ í dag.

So bleiv ikki. KÍ legði seg á odda, tíðliga í dystinum. Vit javnaðu eitt sindur seinni, men so øktu klaksvíksingar til bæði 1-2 og 1-3.

Eftir tvey skot á stongina, harav tað eina fór stong inn, kláraðu vit tó at hála eitt aftur til 2-3 og eina løtu sá tað reiðiliga út sum um vit vóru komnir inn í aftur dystin og at, í minsta lagið eina stigið stóð til at bjarga.

At enda rapaðu málini tó stútt inn og endaliga úrslitið gjørdist 2-6 til útiliðið. Ein dyggur smeitur, tí okkara menn vóru annars uppsettir at vísa heima teimum áskoðarunum, ið høvdu lagt leiðina inn í Dal, at vit vilja blanda okkum í oddinum og flyta upp í ár.

 

Annað skinn um bak

Um vit skulu gera okkum nakrar sum helst vónir um at flyta upp í ár, so skal meira og betri til enn vit sóu í gjár. Her var ov lítið skil á og tað var til tíðir ringt at síggja hvat vit í grundini spældu uppá. Hvat ið loysnin er, mugu venjararnir taka upp og royna at beina liðið á røttu kós. Týdningarmest er at eftirmeta hvat tað var sum gekk galið í gjár, rætta uppá tað og so annars gloyma úrslitið, tí tað fáa vit ikki brúkt til nakað.

Eitt er so vist og tað er at broyting skal til. Enn eru nógvir dystir eftir, men vit mugu ikki bara halda at uppflyting í 2. deild er garantera tí vit møta 2. og 3. bestu liðunum hjá hinum feløgunum. Har er dysturin í dag ein beiskur lærupengi, sum vit skulu taka til eftirtektar. Úrslitið kann gloymast, men lærupengan skulu vit minnast.

Missið ikki mótið. Enn er nógv eftir!

Drívið á B71!

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.