B71-KÍ 2-0

Næstbesta liðið enn einaferð á sigurskós!

Góða arbeiðið sum 3. deildar liðið hevur lagt fyri dagin síðstu árini, sær út til at halda á fram í ár, uttan himpr.

Hugurin at spæla er øgiligur; hettar sæst á leikarahópinum, ið ofta telir sandoyingar frá fjar og nær.

Tí er tað onki undur at tað eisini fer at ganga væl, tí har fólkið trívist, har fylgja úrslitini við. Soleiðis var eisini í gjár tá klaksvíksingar vóru á vitjan á Sandi.

Dysturin var ikki altíð tann best spældi, men munurin á liðunum var nokk akkurát hugburðurin. Hóast KÌ hevði eitt sera ungt og frískt lið við suður, ið til tíðir spældi heilt góðan fótbólt, so var tað heimaliðið, ið fekk mest burturúr.

Fyrsta málið átti Brynjálvur Nicolajsen, ið langaði bóltin í netið, eftir einum sindrið av klumpspælið í sekstanmeturinum. 1-0 var eisini støðan leingi og klaksvíksingur vóru eyðsýnt frustreraðir yvir at teir ikki megnaðu at javna. Heilt ímóti endanum av dystinum velja teir so at satsa alt og senda allar leikarar fram til eitt hornaspark, men óheppi fyri teir, so verður tað beint beinleiðis frameftir til áloyparan á B71 liðnum Petur Hans Hildibjart Winther, ið hegnisliga setti síðsta verjuleikaran av og kundi renna beina leið ímóti einum tómum málið og ómakaleyst seta bóltin í netið.

Sigurin í dag merkir at B71 er á odda í sínum 3. deildar bólki við 9 stigum.

Drívið á B71!

Komandi

Leygardagin, 19. august kl. 10:00
U12 Gentur: Kapping á Argjum
Leygardagin, 19. august kl. 10:45
U12 Dreingir: Kapping á Sandi
Leygardagin, 19. august kl. 11:30
U14 Dreingir: 07 Vestur-B71
Leygardagin, 19. august kl. 13:00
U10 Dreingir: Kapping á Skála
Leygardagin, 19. august kl. 13:00
U14 Gentur: EB/Streymur-AB/B71
Leygardagin, 19. august kl. 14:45
2. deild menn: B71-B68
Leygardagin, 19. august kl. 15:00
U10 Gentur: Kapping í Fuglafirði
Leygardagin, 19. august kl. 18:00
U17 Gentur: Giza Hoyvík-AB/B71
Sunnudagin, 20. august kl. 15:00
2. deild kvinnur: AB/B71-ÍF/Víkingur
Fríggjadagin, 25. august kl. 00:00
U17 Gentur: AB/B71-B36
2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 12 16 27
2 EB/Streymur 12 9 25
3 Skála 12 12 23
4 NSÍ 12 0 18
5 12 -1 15
6 07 Vestur 11 3 14
7 Víkingur 11 -1 14
8 B68 12 -10 13
9 AB 12 -15 9
10 TB/FCS/Royn 10 -13 7
3. deild menn
Team
Played GD Points
1 B36 5 15 12
2 EB/Streymur 3 8 9
3 B71 6 3 9
4 B68 4 -3 6
5 NSÍ 3 -1 3
6 EB/Streymur (b) 4 -11 3
7 B36 (b) 3 -11 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur 7 -6 12
2 EBS/Skála 4 13 10
3 B68 7 -1 10
4 4 7 6
5 AB/B71 4 12 5
6 Giza Hoyvík 4 -25 0