B36-B71 6-0 (5-0)

Besta mansliðið hjá B71 skuldi norð um fjørðin at leika sín fyrsta dyst í 2017.

Talan var um fyrsta umfar í steypakappingini, men vónirnar vóru kanska dempaðar áðrenn dyst.

Okkara menn hava vant ógvuliga hart og miðvíst seinastu tíðina, men í gjár var gloypibitin hóast alt ov stórur.

Tað skal tó sigast at hóast úrslitið sigur stórtap, so vóru tað langar periodur har B36 ikki megnaðu at bróta verjustøðurnar niður og til tey sum spáddu okkum nógv størri tap, so var hettar eitt aftursvar.

Støðan var enn 0-0 inntil 27. minutt, tá vit gera eitt kanska heldur klossut fríspark uttan fyri sekstanmeturin. Skotið endar í múrinum, men trillar so eitt sindur við síðunar av aftur, ið faktiskt leggur upp til eitt skot afturat, hesuferð óvart í meir ella minni opið mál. Ógvuliga óheppið. Aftaná tað fyrsta, so hendir tað sum so ofta hendir, at vit missa konsentratiónina og verða straffaðir, fyrst kom eitt mál í 29. minutti og tríggjar minuttir seinni kom tað triðja.

Síðan var friður eina løtu, men tað gongur eiheldur meir enn sjey minuttir so skoraði B36 til 4-0. Eitt straffispark var harafturat dømt beint áðrenn hálvleik og so var 5-0.

Í øðrum hálvleiki var ikki so nógv hjá B36 at fara eftir, so teir lyftu nokk spidaran eitt sindur av pedalini. Hettar gjørdi m.a. tað at vit komu fram til okkara einasta klára málmøguleika tá Bjørgfinnur Winther kom fríur ímóti málinum, men verður skumpaður til síðis av einum verjuleikara, áðrenn hann fær stundir at leggja til skot. Ístaðin skora B36 til einasta málið sum kom í 2. hálvleiki, til endaliga úrslitið 6-0.

Ongin gleðisrómur í Gundadali í dag, men ein klár staðfesting av tí sum vit vistu áðrenn; at dysturin fór at verða trupul hjá okkara monnum at handfara.

 

Onki at skammast yvir

Sjálvt um onkur hevur hug at tala at einum tílíkum úrslitið, ið sjálvandi ikki er nakað at rópa hurrá fyri, so er tað týdningarmikið at minna á styrkismunin á liðunum báðum í ár. Og sjálvt um vit vóru í somu deild, so hevði hettar kortini verið ein risastór avbjóðing fyri B71, tað er so at siga hvør einasti dystur, tí vit eru ikki eitt felag, ið fær nakað forerandi. Hettar merkir at vit mugu kempa hart hvønn einasta dyst og tað er sjálvandi strævið, men eisini gevandi tá tað riggar. Í gjár riggaði tað so ikki, men vit fara at berjast víðari og komandi árið fáa vit mótstøðu, sum vit eru á støðið við og hava møguleika at vinna.

Vil at enda siga at allir leikararnir løgdu nógv fyri dagin og hava onki at skammast yvir. Komandi viku fara vit aftur á ferð, hesuferð til Runavíkar, har vit NSÍ fer at taka ímóti okkum í fyrsta landskappingardystinum í ár.

Tá skal úrslitið nokk verða øðrvísið.

Drívið á B71!

Komandi

Leygardagin, 6. Mai kl. 00:00
2. deild menn: B71-B68
Leygardagin, 6. Mai kl. 00:00
U12 Dreingir kapping á Sandi
Leygardagin, 6. Mai kl. 00:00
U14 Dreingir: B71-TB/FCS/Royn
Leygardagin, 6. Mai kl. 00:00
U14 Gentur: Víkingur-AB/B71

Kunning

01. mei 2017
Eyka aðalfundur
Skrá:
1. Framløga av roknskapi
2. Nevndarval
3. Ymiskt

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 Skála 3 6 9
2 Víkingur 3 3 6
3 3 2 6
4 B68 3 1 6
5 NSÍ 3 2 4
6 B71 3 -2 4
7 07 Vestur 3 0 3
8 TB/FCS/Royn 3 0 3
9 AB 3 -4 3
10 EB/Streymur 3 -8 0
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 B68 1 0 1
2 AB/B71 1 0 1
3 Giza Hoyvík 1 0 1
4 TB/FCS/Royn 1 0 1
5 0 0 0
6 MB 0 0 0
7 EBS/Skála 0 0 0
8 ÍF/Víkingur 0 0 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Lutaseðil frá Familjudegnum