2 steyp til B71

Flogbørn vóru í gjár til óalmenna FM-kapping í Kollafirði, og ikki kann sigast annað, enn at væl gekk.

Vit høvdu tvey lið, mannað við børnum úr 1. flokki. Annað liðið vann steyp og gullheiðursmerki, ímeðan hitt liðið vann bronsu.

 

Børnini í 2. flokki vunnu silvurheiðurmerkir.

Í kappingini fyri børn í 3. flokki høvdu vit eisini tvey lið, og eisini har vann liðið, mannað við gentum, steyp og gullheiðursmerki, ímeðan dreingirnir endaðu á einum triðja plássi, og fingu bronsu. Teir vóru um at vinna tann eina dystin, sum kundi tryggja teimum silvurheiðursmerki, men hann gjørdist javnur í síðstu løtu.

Í 4. flokki høvdu vit eitt lið við, mannað við gentum, og tær endaðu á einum fínum triðja plássi, og komu aftur til hús við bronsuheiðursmerkjum.

 

Menning í feløgunum

Flogbóltssamband Føroya hevur í ár gjørt nógv fyri at menna flogbørn (fyrr rópt kidsvolley), og hevur í hesum sambandi havt danan Peter Morell og konuna Annu heima her í allan vetur, har tey hava ferðast runt í landinum, og hava vitjað flogbóltsfeløg og skúlar, og lagt venjarum og lærarum lag á. Skipað var eisini fyri venjaraskeiði í vetur, har fleiri venjarar frá B71 vóru við.

 

Heilt nógva fólkið, sum var í høllini í Kollafirði í gjár, bar boð um, at ógvuliga stórur áhugi er fyri flogbørnum, og flest øll feløgini hava eisini havt stóra framgongd í ár.

Í B71 fingu vit 4 nýggjar venjarar tá árið byrjaði, og tey hava gjørt eitt stak gott arbeiði. Hesi eru: Nina Å. Poulsen, Jonna Jensia J. Anthoniussen, Kristian Oskar Henriksen og Kristrunn Petersen.

Frammanundan venja Maiken Olsen, Liljan Clementsen og Sigrid Petersen flogbørn og gentur og dreingir 12.

B71 Veitslan 2017

2. deild menn
Team
Played GD Points
1 B71 18 25 42
2 Víkingur 18 23 35
3 Skála 18 14 35
4 EB/Streymur 18 9 34
5 17 -2 22
6 NSÍ 18 -14 21
7 07 Vestur 16 5 20
8 AB 18 -16 19
9 B68 18 -25 16
10 TB/FCS/Royn 17 -19 10
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 EBS/Skála 11 34 28
2 ÍF/Víkingur 11 9 21
3 B68 11 -1 16
4 AB/B71 9 7 14
5 9 3 12
6 Giza Hoyvík 11 -52 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar



Kunning

Neytalortakappingin hjá B71
Vinnarapuntarnir:

Lortapunturin: Nummar 529 (Vinnarin funnin)
- 10.000 kr gávukort frá Atlantic.

Ovari lortapuntur: Nummar 554
- 32'' flatskermur frá Rólanti Vidtfeldt.

Niðari lortapuntur: Nummar 504 (Vinnarin funnin)
- Vikuskifti á Hotel Skálavík fyri tvey v. morgunmati.